A-venjara skeiðið 2010-2011 byrjaði seinasta vikuskiftið
12 luttakarar byrjaðu á A-skeiðnum fríggjakvøldið 29.januar.
Tólv luttakarar eru á skeiðnum, og eru teir allir aktivir venjarar í feløgunum, - harav tveir eru høvuðsvenjarar í Vodafonedeildini.
Útbúgvingin tekur samanlagt í mintsa lagii 120 tímar. Tíðarkarmurin er frá 29.januar 2010 til juni 2011.
Útbúgvingin er skipað soleiðis:
Vikuskiftið Innleiðsla
Vika Samling
Vikuskiftið Samling
Vika Námsferð (væntandi til Danmarkar)
Vikuskiftið Samling
Juni 2011 Próvtøka
Luttakararnir skulu lata tríggjar uppgávur inn. Harafturat fáa teir vitjan av instruktørunum nakrar ferðir, har teir koma út at vegleiða (supervisión).
Teir tólv, sum eru byrjaðir á skeiðnum eru: Allan Mørkøre, , Lennard Petersen, Kári Reynheim, Svenn Ó Olsen, Kim Petersen, Janus Rasmussen, Jan C. Dam, Jóannes Jakobsen, Dánjal Jákup Joensen, Milan Kuljic, Aleksandar Jovovic, Jón Pauli Olsen